FAQ
-
Hvat er tín byrjanarprísur?
Byrjanarprisur er 1.000 kr . Tað vil siga, at eingin sessión kostar minni enn 1.000. kr
-
Hvussu leingi skal secondskin sita á?
Second skin er eitt slag av “plastur” eg leggi á tattooveringina aftaná hon er gjørd. Hetta er fyri at halda hana reina, og sum hon grøðist penast. Tað skal sita á í umleið 3 dagar. Tu kanst taka tað av í brúsuni, og siðani smyrja krem á. Tað ger einki um tað dettur av áðrenn 3 dagar eru farnir.
-
Kann eg taka sól aftaná eina tattoovering
Nei, ikki beint aftaná. Biða í minsta lagi 3-4 vikur
-
Nær kann eg svimja aftaná eina tattoo?
Tú kanst svimja aftaná 3-4 vikur
-
Hvussu ofta skal eg smyrja tattooveringina?
Smyr eitt tunt lag av kremi á tattooveringina umleið 3 ferðir um dagin í 1-2 vikur. Hav reinar hendur tá tú smyr á.
-
Hvussu kann eg fyrireika meg áðrenn eg skal tattooverast?
Tað er gott at vera væl hvíld/ur áðrenn tú skal tattooverast. Et okkurt áðrenn tú kemur. Um tú skal tattooverast leingi, er gott at hava snacks við. Ver í hóskandi klæðum: t.d. shorts til bein tattooveringar.